skip to main  | skip to sidebar

#  [Kinna Poulsen](http://kinnapoulsen.blogspot.com/)

## Monday, April 26, 2010

###  [Røða á hugnaløtu hjá Tjóðveldi
flaggdagin](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/ra-hugnaltu-hja-tjoveldi-
flaggdagin.html)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S9W_Kv47ZAI/AAAAAAAAACA/JyyNyuxXpeY
/s320/seinastafrontal.JPG)](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S9W_Kv47ZAI/
AAAAAAAAACA/JyyNyuxXpeY/s1600/seinastafrontal.JPG)

[![](http://3.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S9W-qY1O98I/AAAAAAAAAB4/Otb8cI0rGB8
/s320/hj%C3%B3lveldi.jpg)](http://3.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S9W-
qY1O98I/AAAAAAAAAB4/Otb8cI0rGB8/s1600/hj%C3%B3lveldi.jpg)

  
  
Klandur, kegl og kjak. Tað kann tykjast rættiliga negativt, tann mátin ósemja
og stríð hava merkt føroyska listaheimin seinastu seks árini. Summi siga, at
tað fer at ganga yvir, onnur halda, at tað altíð hevur verið og altíð fer at
vera soleiðis og so eru tað nokkso nógv, sum halda, at vit bara skulu taka tað
heilt róligt og bíða til nýggjur leiðari er komin á Listasavnið, tí so gongur
ósemjan yvir av sær sjálvum. Vit bíða og meðan vit á so mangan hátt eru í
bíðistøðu kenst umráðandi at minna á, at upprunin til ósemjuna í føroyska
listaheiminum er positivur - í øllum førum um vit fata eina yrkisgerð av
føroyska listaøkinum sum nakað positivt og tað geri eg. Eg haldi tað vera
einki minni enn fantastiska gott og eitt tekin um progressivt áræði, tá
listafólk sum Zacharias Heinesen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Rannva
Kunoy, Tóroddur Poulsen m.o. - gomul sum ung - krevja eina listfakliga leiðslu
á okkara listasavnið. Og eg eri púra ósamd við mentamálaráðharranum Helenu Dam
á Neystabø, sum í síni føðingardagsrøðu til Listasavnið herfyri, gjørdi seg
til talsmann fyri eini næstan rindalistiskari og í øllum førum serstakliga
flegmatiskari støðu listini viðvíkjandi. Hon brúkti eina fimm ára gamla grein
hjá fólkalívsfrøðingi Eyðuni Andreasen sum grundgeving fyri eini støðutakan,
sum í stuttum gongur út uppá, at vit í staðin fyri at tosa so nógv um góðsku
og fella dóm yvir hvørjum einstøkum listaverki, um tað er nóg gott ella ikki
fyri at fáa loyvi at rópa seg sjálvt listaverk, heldur skulu hugsa um hvussu
vit kunnu stimbra føroyska listaumhvørvið sum heild.

  
Tað er sjálvandi eisini nokkso nógv lættari at tosa um heildina, at lata
standa til og fordeila heiður og æru og stuðulspening nøkulunda líka millum
øll tey mongu hugagóðu, sum eyðsýniliga ikki kunnu vera listina fyri uttan. Á
henda hátt sleppur tú undan at skula taka dagar í millum hvat er gott og hvat
er minni gott. Spurningurin er bara um okkara lítla land hevur ráð til tílíkt
ábyrgdarloysi, sum hevur við sær ein negativan spiral av vánaligari list, sum
sendir vánalig signal, sum vit í løtuni uppliva Listasavnið gera tað. Eisini
innan myndlistina tørvar okkum positivar fyrimyndir, tí tað er greitt, at
breiddin, amatørlistin, hugagóð børn, ung og vaksin og so listaúrmælingarnir
eru tvær síður av somu søk. Úr áhuganum sprettir yrkislistin og í
framúrskarandi yrkislistaframsýningum kunnu vit øll somul spegla okkum.

  
Eitt gott dømi um, at tað loysir seg at taka ábyrgd og veruliga dyrka ta góðu
professionellu listina er listakvinnan Rannva Kunoy. Hon hevur gjørt hesa
myndina í Steinprenti, ið er partur av eini myndarøð við heitinum Frontal, sum
hon í takksemi lat Studentaskúlanum í Hoydølum í fjør. Rannva Kunoy fekk í
2004 trý ára starvslønina frá Mentanargrunni Landsins, ið hevur havt ómetaliga
stóran týdning og sum m.a. gjørdi, at listakvinnan fekk frið í heili trý ár at
menna seg listarliga uttan at skula hugsa um at framleiða og selja list til
lívsins uppihald. 4.juni í ár verða nýggjastu myndir hennara at síggja á
Summarframsýningini í Norðurlandahúsinum, sum í ár er ein serframsýning við
Rannva Kunoy. Eg havi skipað fyri framsýningini og ritstjórnað kataloginum,
sum fleiri áhugaverdir høvundar hava skrivað til (Gunnar Hoydal, Tom Morton og
Pernilla Holmes). Eg havi eisini sjálv skrivað ein tekst í kataloginum og
ætlaði sum eina lítla smakkiroynd at lesa okkurt upp úr honum:

  
"Bæði í málningum og í steinprentum hevur Rannva Kunoy eksperimenterað við
sera ymiskum stílsløgum, men seinastu tvey árini hevur hon við aga arbeitt við
at menna ein sermerktan, minimalan stíl í myndum, sum á onkran hátt minna um
myndirnar á gjøgnumbrotsframsýningini í Listasavninum í 1999 samstundis sum
hesar nýggju myndirnar peika frameftir bæði í hennara verki og í føroyskari
listasøgu. Nýggjaru málningarnir hjá Rannva Kunoy eru bygdir upp av nógvum
elatunnum løgum av máling, sum tilsamans mynda gjøgnumskygdar formar, ið eins
og óítøkiligur roykur ella skýggj seta ferð á hugmyndir áskoðarans, tó at
myndirnar eru grundleggjandi nonfigurativar. Listakvinnan brúkar í sínum
myndum verk hjá øðrum listafólkum, sum verða kopierað, avskeplað og síðani
yvirmálað og á henda hátt eru listasøgulig spor ella sitat løgd í myndirnar,
sum arbeiða við og ímóti ímyndingum áskoðarans og sum gera upplivingina av
myndunum djúpari og fjølbroyttari.

  
Rannva ger ofta myndarøðir, ið tykjast hóska til hennara listarliga
hugsunarhátt við denti á prosessir, ið ikki bert gongur út uppá at skapa ella
at mála eina mynd, men sum eisini snýr seg um sjálva mannagongdina; at fjala
og taka burtur, yvirlappa, turka og finna fram aftur. Latínska heitið á røðini
FRONTAL merkir frammanífrá og gevur fleiri og mótsetningsríkar assosiatiónir
til klassiska grikska standmyndalist og til samanstoyt av tí ordiliga harðliga
slagnum, sum t.d. at fáa ein frammaná. Tá røðin FRONTAL var liðug í 2009, var
hon úrslit av óvanliga nógvum arbeiðstímum á verkstaðnum í eini arbeiðsgongd,
sum setti stór krøv bæði til ta kritisku listakvinnuna og til prentararnar,
Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, ið vara av Steinprenti í Havn. Í fyrstu
syftu taldi røðin fimm stór prent, men við einum appendixi uppá tvær myndir,
telur hon í dag sjey stórar, vertikalar myndir og er at meta sum eitt
høvuðverk í samlaða verkinum hjá Rannvá Kunoy. Myndirnar eru abstraktar og á
sama hátt sum í øðrum myndum hjá Kunoy, er allíkavæl okkurt, sum tú
onkursvegna kennist við.

  
  
Tann svarta og tann reyða endamyndin tykjast báðar meira ekspressivar enn
hinar og hava eitt meira beinleiðis árin á áskoðaran, ið beinanvegin gerst
varugur við ein løgnan dám av autentisiteti, ið merkir myndirnar. Hesin
autentisitetur er fleirstreingjaður, m.a. sýnist ójavna myndaviðgerðin
onkursvegna meira manuel enn maskinuframleidd. Sum heild er torført at meta um
tann tøkniliga upprunan, tá hvørki penslastrok ella litografiskt tøkni annars
hómast á skjóruta myndaflatanum, ið eisini tykist fánaður eins og eitt gamalt
skjal, ið hevur verið samanlagt, rukkað og sum er slitið, litfarið av
tíðarinnar tonn. Orsakað av miðsavnaða bygnaðinum og serstaka ljósskiftinum,
ið er átøkt ljósgeislum, sum lýsa úr miðjuni á myndunum og út um myndaflatan,
geva bæði tann svarta og tann reyða myndin alt fyri eitt hugasamband við
eitthvørt átrúnarligt, eitt nú gamlar Kristuslýsingar í t.d. prentmyndum
Rembrandts, eins og tann kenda líkverjan í Torino kemur tær til hugs og her
stingur tankin um myndlistarliga autentisitetin seg sanniliga upp aftur.
Líkverjan er ferð eftir ferð mett at vera følsk og framleidd í 13.øld, men tað
ger hana ikki minni áhugaverda. Tí, tá tú stendur eina løtu framman fyri
myndunum, er tað sum um linjurnar, ið skerast mitt í myndini eru alt ov beinar
og hárfínar í mun til upprunaliga fataða autentiska, guddómiliga, hondgjørda
ella forna árinið. Er tað ikki brádliga sum um myndin í veruleikanum er sett
saman av fýra A4 pappírsørkum, ið hava verið ígjøgnum eina illa virkandi
fotokopimaskinu? Og hetta leiðir víðari til hugsanir um hví tað hondgjørda í
grundini skuldi havt meira trúvirði enn tað maskingjørda? Á henda hátt spæla
myndirnar á markinum millum sera ymiskar konnotatiónir, ið støðugt føra
áskoðaran aftur og fram úr dýpinum, inn aftur á tað heilt grunna og
útaftur..."

  
Við vón um, at tit øll koma til upplatingina í Norðurlandahúsinum 4.juni takki
eg fyri høvið at greiða frá.

Posted by  [ Kinna Poulsen
](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873) at  [9:12
AM](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/ra-hugnaltu-hja-tjoveldi-
flaggdagin.html) [ No comments: ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/ra-
hugnaltu-hja-tjoveldi-flaggdagin.html#comment-form) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=7859079790852566973&postID=6681552568491514413&from=pencil)

## Sunday, April 11, 2010

###  [Ikki skvatla...](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/ikki-
skvatla.html)

[![](http://4.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8Jhh_vUSxI/AAAAAAAAABI/ufXv52FrCpg
/s320/silja.jpg)](http://4.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8Jhh_vUSxI/AAAAAAAAAB
I/ufXv52FrCpg/s1600/silja.jpg)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8JhQheOM2I/AAAAAAAAABA/9yXffh_4nkg
/s200/annika.jpg)](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8JhQheOM2I/AAAAAAAAA
BA/9yXffh_4nkg/s1600/annika.jpg)

  

[![](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8JgzOjoTsI/AAAAAAAAAA4/d4xPHmfn8og
/s320/Svart+og+reytt.jpg)](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8JgzOjoTsI/A
AAAAAAAAA4/d4xPHmfn8og/s1600/Svart+og+reytt.jpg)

  
  

  
  
  

  
  
  
  

Sunnudagsins framsýningartúrur byrjaði við framsýningini SVART OG REYTT, sum
eg sjálv havi sett saman í Steinprenti og tí var tað við einum ferili av
sorgblídni, eg sá ta fyrstu myndina, eina reyða sluppmynd hjá Tóroddi Poulsen,
verða tikna niður sum fyrsta tekin um, at henda framsýningin nú er at enda
komin.

  

Framsýningin hjá Kari, Anniku og Duritu fungerar væl í Smiðjuni í Lítluvík,
sum er ein sera væl hóskandi framsýningarkarmur hjá fegnum amatørum. Sum øll
munnu vita, kemur orðið amatør av latínska orðinum amare, sum merkir at elska
og sostatt skuldi hetta heitið ikki verið tað ringasta at fingið;
listaelskari. Kari málar náttúrumyndir við t.d. smálombum, meðan figurarnir
hjá Duritu stundum hava ein heldur ófrættakendan dám. Annika er helst tann
royndasta av damunum og hennara myndir sýna í støðum listarliga dýpd. Hennara
myndir eru ofta skemtiligar, samansettar kollasjur av myndum og orðum.

  
  

Listaskálin er størri og glæsiligari enn Smiðjan, men ikki er hann hóskandi
karmur kring amatørlist. Á Várframsýningini 2010 heldur ruddiliga og luftiga
rákið frá seinastu árunum fram. Bert seytjan verk eru við á framsýningini og
hóast summi teirra eru stór í vavi, sker hvíti tómleikin í eygu áskoðarans.
Myndirnar hjá Silju Strøm eru góðar, introvertar og poetiskar. Hennara
álvarsligu, stóroygdu menniskjadjór tykjast so einsamøll og avbyrgd í teirra
hvíta kulda. Skitsutekningarnar hjá Bárði Oskarsson eru somuleiðis góðar og
hansara verur tykjast einsamallar á sama hátt og tær hjá Silju. Hansara
blýantsskitsur eru teknaðar á stórar pappírsrullur, sum liggja forslongdar á
einum borðið. Hetta hevur helst við illa gjøgnumførda framsýningarevnið "open
source" at gera, men tað er ørkymlandi fyri áskoðaran, sum ikki sær myndirnar
ordiliga.

  
  

Stóri oljumálningurin hjá Eyðuni av Reyni stingur seg burtur úr heildini sum
ein skuggakend viðmerking til føroysku listahevdina, sum tann heldur enn ikki
hjálparleysa málningainstallatiónin hjá Kára Svensson helst eisini roynir at
kommentera. Rannvá Mortensen hevur eina mynd við á framsýningini, ið tykist
øðrvísi í mun til tað, hon plagar at gera. Hetta er ein stór, abstrakt,
ekspressiv og pastos lýsing av nervaskipanini, sum minnir eitt sindur um
Pollock, men sum tó ikki er merkt av mentala frælsinum og djørvu nýhugsanini,
sum altíð fylgdi amerikanska flogvitinum.

  

  

Videoinstallatiónin hjá Inga Joensen er eins áhugaverd sum at stinga tunguna
út gjøgnum vindeygað. Einfaldar videoinstallatiónir kunnu vera serstakliga
góðar, men hetta pappírspettið, sum liggur og skvatlar í einum dunnuhyli hevur
so lítið uppá seg listarliga sæð, at eg ivist í, um eg ikki havi sæð tað áður
sum millumsending í sjónvarpinum. Tað sama er galdandi fyri verkið hjá Edvardi
Fuglø "Færøknust", sum heilt einfalt ikki er borið av einum nóg góðum
hugskotið, ið er neyðuga grundarlagið undir einum konseptlistaverki. Unn
Joensen hevur verið ein mangan herligur jokari á fleiri framsýningum, við
verkum, sum í hvussu so er ongantíð hava manglað kant. Hennara nýggja verk
"All inclusive" er ein speisk viðmerking til sofalistina, men onkursvegna er
tað sum um tú hevur sæð hetta verkið áður, kanska av tí, at tað tykist so
ómetaliga sjálvsagt. Ole Wich hevur við eini samanseting millum digital foto
og myndafragment gjørt eitt verk við heitinum "Panorama", sum kanska hevði
riggað fínt á eini skúlaframsýning, ið møguliga eisini hevði verið lærurík,
men sum als ikki hóskar í einum tjóðlistasavni. Hetta er sum heild galdandi
fyri ársins várframsýning, ið neyvan hevur verið á so lágum støði áður og sum
minnir um Ólavsøkuframsýningina fyrr í tíðini, bara uttan tey góðu verkini.

Posted by  [ Kinna Poulsen
](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873) at  [3:58
PM](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/ikki-skvatla.html) [ 3 comments:
](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/ikki-skvatla.html#comment-form) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=7859079790852566973&postID=1692422334816191762&from=pencil)

###  [At mala undan](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/at-mala-
undan.html)

[![](http://3.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8GnrXX-h1I/AAAAAAAAAAM/d2z60WWFRlE
/s320/svartogreytt.bmp)](http://3.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8GnrXX-
h1I/AAAAAAAAAAM/d2z60WWFRlE/s1600/svartogreytt.bmp)

Tá tað snýr seg um list kunnu vit á ein hátt siga, at tað veruliga grør um
gangandi fót í Føroyum. Ein herligan sunnudag sum í dag ætli eg mær til dømis
til tríggjar listaframsýningar, sum allar eru her í Havn: SVART OG REYTT í
Steinprenti, Várframsýningin í Listaskálanum og so framsýningin hjá Annikku og
Kari og teimum í Smiðjuni.

  

  

At eg neyvan fari at ummæla nakra av hesum framsýningum kemst ikki av vantandi
áhuga at ummæla, ei heldur er orsøkin tann, at føroysku miðlarnir hava ovmikið
av listaummælum. Orsøkin er heldur ein vantandi raðfesting av listini í
fjølmiðlunum, sum stendur í skerandi andsøgn til listarligu menningina sum
heild og listaáhugan millum fólk, men sum sera væl avspeglar vantandi
virðingina, sum almennu Føroyar sýna fyri dygdarlist og sum varð demonstrerað
nú aftur, tá Astri Luihn fekk størstu almennu prýðingaruppgávuna í nýggjari
tíð. Í ringum tíðum er enn meira umráðandi at satsa kvalitativt, at brúka tey
fáu listaoyruni uppá ta góðu listina. Tess størri er sorgarleikurin (ikki
minst fyri børnini) á Argjum. Eg skal lata vera við at illgita um orsøkir til,
at verkætlan Luihns var vald fram um nógvar aðrar góðar verkætlanir, men
kanska hevði støðan verið ein onnur, um onkur listkønur persónur sat í
listabólki býráðsins. (Sigast skal, at eg ikki havi sæð verkætlan Luihns og
tað bíði eg eftir í spenningi. Um hon hevur nakað listarligt uppá seg og eg
hervið fari skeiv, er okkurt yvirnáttúrligt hent, sum má koma undir
kategoriina listaundur).

  

  

Í ringum tíðum mugu vit øll standa saman og eg havi eitt tílíkt tíðarskeið
einki í móti at fáa minni samsýning fyri eitt ummæli, um øll hini gera tað
sama. Eg havi bara eina keðiliga kenslu av, at tað serliga er list og mentan,
sum verður niðurraðfest, meðan ráðini tykjast betri, tá tað snýr seg um
ítróttarsendingar-og lívsstíls-sussi-innlegg. Eg havi sum heild ein greiðan
varhuga av, at vit eru nógv klókari enn fjølmiðlayvirskriftir gera okkum til.
Spurningurin er um ikki tíðin er komin at skifta lægsta felagsnevnara út við
hægsta?

  

  

  

Posted by  [ Kinna Poulsen
](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873) at  [2:25
AM](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/at-mala-undan.html) [ No
comments: ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/at-mala-undan.html
#comment-form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7859079790852566973&postID=6681992540766522131&from=pencil)

[Newer Posts](http://kinnapoulsen.blogspot.com/)
[Home](http://kinnapoulsen.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts
(Atom)](http://kinnapoulsen.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Followers

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7859079790852566973&widgetType=Followers&widgetId=Followers1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2010 ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/search?updated-min=2010-01-01T00:00:00-08:00&updated-max=2011-01-01T00:00:00-08:00&max-results=5) (5)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ June ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010_06_01_archive.html) (2)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ April ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010_04_01_archive.html) (3)
      * [Røða á hugnaløtu hjá Tjóðveldi flaggdagin](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/ra-hugnaltu-hja-tjoveldi-flaggdagin.html)
      * [Ikki skvatla...](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/ikki-skvatla.html)
      * [At mala undan](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/04/at-mala-undan.html)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7859079790852566973&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## About Me

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8IlY1AR_GI/AAAAAAAAAAY/cll
vslCjMzI/S220-s79/steffan2.jpg)](https://www.blogger.com/profile/0107569307237
8816873)

[ Kinna Poulsen ](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873)

[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7859079790852566973&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

  *[2:25 AM]: 2010-04-11T02:25:00-07:00
  *[9:12 AM]: 2010-04-26T09:12:00-07:00
  *[3:58 PM]: 2010-04-11T15:58:00-07:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [Kinna Poulsen](http://kinnapoulsen.blogspot.com/)

## Saturday, June 19, 2010

###  [Útsýni til summarfrí](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/06/utsyni-
til-summarfri.html)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/TB0NuFL5jkI/AAAAAAAAACQ/J6cKGWZwmlk
/s320/gr%C3%B8narsluppir.jpg)](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/TB0NuFL5j
kI/AAAAAAAAACQ/J6cKGWZwmlk/s1600/gr%C3%B8narsluppir.jpg)

  
Vikuskiftisbløðini vóru óvanliga spennandi hesa ferð. Umframt teir nógvu
topp-10 ella topp-7 listarnir yvir fullkomiliga óviðkomandi fyribrigdi
(ávikavíst bardagar og ferðafólkaskip) og ditto lívsstílstips, fyri ikki at
tala um vox popp teigar í hópatali har meir og minni kend fólk siga frá teirra
yndis-ditt-og-datt og har sjálvur formurin útihýsir einum og hvørjum seriøsum
tanka um dýpd, eru eisini persónssøgurnar um sjúk fólk og frísk fólk og hvussu
røsk tey í grundini eru. Hetta er, ikki tykkum at siga, sera áhugavert í sær
sjálvum, men aftrat hesum eru eisini tær góðu og áhugaverdu hurrá-fyri-Hanusi
greinarnar, ið hava ein tóna sum um tað er ein hundrað ára føðingardagur, vit
feira, men hetta er neyvan illa ætlað, t.d. forsíðuyvirskriftin: "Hanus seksti
og enn í gongd". Vildi hildið tað var løgið annað.

  
Heimsins næstmarháttligasta avísgreinarøð eitur "Kirkjugarður" og hesa ferð
havi eg lisið greinapartin á tamb og klipt hann út, av tí at hann snýr seg um
ein tippilitopp - ella har á leið - oldurabba hjá soninum og hugsið tykkum um
ikki allir hesir vælgreiddu, elasmáu svarthvítu slipsamenninir í greinini eru
meinlíkir mínum lítla drongi við hansara fínu, høgu pannu.

  
Ein av vox popp teigunum snýr seg um bøkur og har er tað tann altíð skilagóða
Anna Ellingsgaard, ið tá hon skal geva sítt boð uppá eina góða summarbók sigur
seg hava ilt við at skilja, at ein summarferiubók skal vera lættari enn aðrar.
Ein summarferiubók skal sjálvandi vera dygdargóð metir Anna og viðmælir eitt
nú Don Quixote hjá Miguel de Cervantes, Utrensning hjá Sofi Oksanen og Útsýni
hjá Tóroddi Poulsen, sum Anna skýrir sum nakað av tí besta á føroyskum í
nýggjari tíð. Á beinkinum við septiktangan, mitt í mínum vakra ókrútshava,
havi eg í morgun tikið forskot uppá summarfrítíðina við at endurlesa
síðstnevndu bók, sum bara verður betri við tíðini. Eg skrivaði eitt ummæli av
yrkingasavninum, sum stóð í Sosialinum 6. november í fjør:

  
Við tí óvæntað banala ella sjálvsagda heitinum "Útsýni" verða vit enn einaferð
boðin inn í tað serstaka poetiska universið hjá Tóroddi Poulsen, sum hesaferð
tykist at kalla reinsað fyri tað berømta speisemi, ið vit av røttum og eitt
sindur av órøttum sambinda við høvundin. Kanska er tað lættari at flenna enn
at lata vera og kanska er tað av hesi orsøk, at vit hava lyndi til at finna
fram tær stuttligu orðingarnar í tekstum Tórodds og síðani meira ella minni
ignorera rest. Tær spísku, speirekandi viðmerkingarnar eru jú greidliga
gløggar og kennast tryggari at fyrihalda seg til enn tær álvarsligu eitt
sindur neutralu staðfestingarnar, sum ikki altíð líkjast yrkingum og sum
tykjast merkiliga a sakleysar á sama hátt sum heitið á nýggja
yrkingarsavninum. Við vanda fyri plagiering í mun til eina nokkso kenda
negatión hjá einum øðrum av okkara frálíku høvundum, kundu vit nevnt hesar
yrkingarnar hjá Tóroddi ósjálvhátíðarlig, ókeðiligar, óuppblástar og stak
ófornar, tó at fleiri træðrir í nýggja savninum ganga aftur í tíðina, bæði til
barndóm yrkjara-egsins og longur aftur til slupptíðina, sum vakra steinprentið
við grønu sluppunum á bókapermuni eisini sipar til.

  
Nýggja yrkingasavnið fevnir um áttati frálíkar yrkingar hjá tí produktiva
Tóroddi Poulsen, ið nettupp ikki kann samanberast við eina vulkan, sum bæði
eru fornar og sum arbeiða sjálvdan. Tóroddur situr ikki og bíðar eftir
íblástrinum, men arbeiðir sum eitt modernað listafólk stútt og støðugt hvønn
tann einasta dag við at skriva, syngja, tekna ella hvat nú hansara fjølbroyttu
gávur gera hann føran fyri. Byrjanaryrkingin er sum eitt slag av credo, ið
staðfestir uttanveltaðu støðu yrkjarans í mun til samfelagið, staddur sum hann
er omanfyri. Tónin er einsligur og afturlítandi, men treystur, tí yrkjara-egið
er sum heild nøgt við útsýnið, ið byrjar á kvistinum og endar á fjørðinum í
síðstu yrkingini "MEN EG HAVI ALTÍÐ DROYMT". Í hugaheimi Tórodd Poulsens er
dreymurin týdningarmikil bæði sum surrealistisk kreativ fyrimynd og sum
poetiskur metaforur. Umframt dreymin eru eisini onnur orð, ið ganga aftur í
hesum yrkingum: bátur, slupp, skip, fjørður, fjøll, áir, blomstur, barndómur,
kráka, klettar, beinagrind, skrokkur, deyði, yrking, orð, litir, mynd, bók,
bókstavir, grøv, runa, trø, mold, morgunmold, moldarsmakkur, tankamold, sovna,
nætur, ævigt, mjørki, rot, lík, máni, kirkjugarður, nætur, spøkilsi og eingil.
Tað er sjálvandi yvirhøvur ikki ráðiligt at lesa yrkingar á henda hátt við
uppreksandi sentimeturmáli og yrkjarin mutar eisini støðugt ímóti at vera
settur í bás. "..feskvatnsyrkingar/sum trívast sum saltvatnsyrkingar/tá tær
ikki vilja setast í bás.." (s.18 í "Útsýni"), men allíkavæl kunnu hesi orð
nýtast í eini lýsingarroynd av yrkingaheimi Tórodd Poulsens, ið er eins og
eitt foreinklað frumlandslag við føroyskari umhvarvsstriku, sum yrkjarin
støðugt vendir aftur til.

  
Av kvistinum og oman á fjørðin og havið hóma vit sostatt Føroyar, Havnina og í
smáum brotum eisini skógarøkið við Raadvad, har yrkjarin býr í løtuni, men
bókin er meira universal enn lokal. Hóast ævisøguligu tilsipingarnar til eitt
nú reyða/gráa hár yrkjarans, skulu vit vera varin við at seta líkheitstekin
millum høvund og yrkjara-eg, tí multikunstnarin Tóroddur Poulsen er verri enn
nøkur grýla at fjala ella á annan hátt at pallseta seg. Hetta sóu vit t.d. í
filminum um hann "Ein regla um dagin má vera nokk". Yvirhøvur er tað heilt
burturvið at lesa tílíkar modernistiskar yrkingar við skilvísari eitt- til-
eitt fatan fyri eyga, tí tað ber ikki til og er heldur ikki meiningin.
Yrkingarnar kunnu tykjast torskildar, fleirtýðugar, frítt assosierandi og
abstraktar sum tær eru, t.d. "tað bukaða fleskið/ fær garðin at detta niður/
og krákurnar at flúgva/ meðan beinini verða hongd upp..." (FRÆ s.8).
Myndamálið er sum heild ógvuliga sterkt visuelt sæð, tá tað myndar
spildurnýggjar samansetingar. Málið í yrkingunum tykist tíðum sera foreinklað,
nærum primitivt, meðan tað í øðrum yrkingum er meira samansett og torgreitt.
Heldur enn at vera fráboðandi, er málið í yrkingunum suggestivt og krevur av
lesaranum, at hann er við uppá at lata seg hugtøla. Onkrastaðni fremur
yrkjarin eina serliga forskjóting av perspektivinum, ið tekur lesaran á bóli,
t.d. í fantastisku yrkingini SUNNUDAGUR við tí løgna og originalt snaraða
Gulliver-temanum. Støðugt leitar yrkjarin eftir einfeldini í orðunum og
hansara tilgongd til málið hevur sama fríska og leitandi dám, sum eg í løtuni
upplivi hjá soninum, ið skjótt verður trý og sum á ferð síni at konstruera sær
málið er komin fram til, at honum dámar best bundnu hvørkikynsorðini bommið og
baðið. Tað ljóðar løgið, tá hann biðjur um "bommið" sum um tað er eitt heilt
ávíst bomm í pakkanum, sum hann meinar við. Tað er væl møguligt, at hetta er
fullkomililiga tilvildarligt, men hvør veit, kanska hugsar hann um ta ávísu
heilt serligu kensluna, ið stendst av hesi lítlu veitsluni, sum er hvørja ferð
bommið verður lagt á tunguna. Onkursvegna er tað henda sama óspilta
málkenslan, sum tað hevur eydnast Tóroddi Poulsen at varðveita.

  
Eg kundi allerhelst funnið onnur orð enn tey omanfyri nevndu 38, tí eg eri als
ikki av hepnastu systematikarum, men sambært Baudelaire er tað millum annað
soleiðis, vit læra at gjøgnumskoða eina yrkjarasál; við at leita eftir teimum
orðunum, ið koma oftast fyri í verki yrkjarans. Tað hevur sjálvandi eisini
stóran týdning hvussu orðini eru samansett og hvussu yrkingarnar eru
uppbygdar. Hóast nógv av orðatilfarinum sipar til deyða og deyðaprosessir, er
innihaldið í "Útsýni" hvørki tungt ella dapurt. Tvørturímóti tykjast
orðingarnar leikandi lættar t.d. í yrkingini SUPER 8, sum er eitt
framúrskarandi dømi um hvussu væl Tóroddur dugir at abstrahera ella einfalda,
tá hann sum her drýpur eitt barnaminni í reinsandi sýrubað, soleiðis at bert
sjálvur kjarnin ella essensurin er eftir: "altíð/ er/ barndómurin
/frammanfyri/ sum ein/ hundur/ togar/ sletuna eftir/ ísinum /inn í /sólina". Á
einfaldasta hátt gerst malandi rørslan hjá filmsapparatinum ímynd av sjálvari
lívsgongdini. Deyðin fyllir nógv í hesum savninum, men nú sum partur av eini
ringrás, har tey sum vóru frammanundan og tey komandi hava týdning. Tónin er
tó nakað væl meira ófrættakendur enn hjá Ingemann, tá ætt eftir ætt søkkur
undir mold eftir eini guddómligari skipan, tí her situr slektin inni allan
dagin: "og tigur fyri tað mesta/ men móti midnátt fer hon at ýla" (ÁÐRENN
ÝLINI S.57). Undir øllum umstøðum kundi tað sæð út sum um, at deyðin inniber
ávís perspektiv; eitt ævigt mánalýsi í tí stóru náttini. Kanska er yrkjarin
samdur við Bob Dylan um, at deyðin ikki er endin á øllum. Í øllum førum
tykjast sansirnir púra spillivandi undir kistulokinum: "her er so myrkt/ og
trongt// hoyri bara/ blomstrini/ í erva/ rotna" (TAÐ SUM HEYSTDREYMURIN HOYRIR
s.20). Funnist hevur verið at tí, onkur hevur nevnt "floymurin" av yrkingum,
bókum, myndum, fløgum osfr., ið streymar frá Tóroddi Poulsen -Hví ikki velja
tað besta burturúr og geva minni út osfr. Men sjálvt lyndislagið í lívsverki
Tórodd Poulsens er villvaksandi og samanhangandi og tá kvaliteturin er so
góður sum hann er, kunnu vit bert fegnast um kvantiteturin er tilsvarandi.

  
  
SUNNUDAGUR

  
taki kirkjuna upp úr lummanum

leggi hana at eyganum

har er hálvfult av fólki

prestur er liðugur at biðja

og nú er sálmasongur at hoyra

og eg syngi við

og nú hyggur alt kirkjufólkið móti tí vindeyganum

sum eg hyggi ígjøgnum

og so kemur deknurin út

og hann spyr meg

um eg ikki komi við inn á syngja

tí eg havi so góða rødd

men so sigi eg at eg passi ikki inn

og hann svarar

at tað skal eg ikki leggja so nógv í

so leingi eg bara kann fáa røddina inn

og so fer røddin hjá mær í kirkju

og eg standi tigandi eftir við kirkjuni í hondini

  
(s.76 í Útsýni)

  
  
VAR SO LÍTIL

  
var so lítil

at eg kundi krógva meg

í mínum egna lógva

  
náttin mátti fegin koma

við sínum morgunhóttanum

og revsa meg við ljósinum

  
men hon fann meg ikki

fyrr enn eg var vorðin vaksin

og kundi sjálvur sláa aftur

  
(s.51 í Útsýni)

Posted by  [ Kinna Poulsen
](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873) at  [11:33
AM](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/06/utsyni-til-summarfri.html) [ No
comments: ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/06/utsyni-til-summarfri.html
#comment-form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7859079790852566973&postID=123855009049834242&from=pencil)

## Thursday, June 17, 2010

###  [HÚSSJ! MENTAN.... ZZZ...](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/06
/hussj-mentan-zzz.html)

[![](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/TBpAZ2J1gaI/AAAAAAAAACI/vFqefG0G1xg
/s320/h%C3%BAssj+mentan.jpg)](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/TBpAZ2J1ga
I/AAAAAAAAACI/vFqefG0G1xg/s1600/h%C3%BAssj+mentan.jpg)

  
  
  
  
  
Sjálvandi er tað herligt og gott, at alsamt fleiri av mínum lista- og
mentanaráhugaðu vinfólkum og starvsfelagum siga seg í vaksandi mun brúka
útlendskar fjølmiðlar. Í donskum útvarpi og amerikonskum bløðum fært tú
fullgóða viðgerð av áhugaverdum bókmentum, listaframsýningum, tónleiki, filmum
og sjónleikum v.m. Tú fært innlit og yvirlit og eitt sindur av útlendskari
luft undir veingirnar og alt hetta fært tú serverað gjøgnum internetið júst tá
tað passar tær. Alletiders og ómakaleyst kanst tú sita í tí góða stólinum og
hálvdurva, meðan tey á P1 kjakast um aktuel mál í danska samfelagnum og skuldi
talan fallið á okkurt óbekvemt so sum føroyska stýrisskipanarmálið, kanst tú
kvikliga við fjarstýringini manerera teg yvir á BBC har tey pínadoyð ikki eru
líka býtt sum tey eru her á landi.

  
Lat meg bara sjálva beinanvegin bekenna meg sum ídnan dyrkara av útlendskum
miðlum. Tískil lurti eg eftir kulturpassasjuni á P2 í DR hvønn leygarmorgun og
lesi m.a. New York Times, Art in America, Kopenhagen og Informatión dagliga,
eins og eg gleðiliga keypi ta dýru Weekendavísina, tá hon ikki er útseld í
Horninum. Og soleiðis hevur tað koyrt rímiliga væl eina tíð. Tá væl arbeidda
uppskotið um Listaráðið herfyri varð vrakað í løgtinginum, skundaði eg mær at
skifta frá tingvarpi yvir á P1, har eg hoyrdi áhugavert og klókt kjak um
okkurt, sum eg ikki minnist beint nú. Eg havi fyrireikað fleiri framsýningar
seinastu mánaðarnar og eri sloppin undan øllum hugsandi vónbrotum av tí
einføldu orsøk, at ikki havi væntað mær nakað sum helst ummæli. Í staðin havi
eg lurtað eftir ummælum av øðrum framsýningum í Malmø, Berlin og Keypmannahavn
og so spakuliga eri eg farin at venja meg við tankan, at føroysk samtíðarlist
ikki skal viðgerast eins og listin í øðrum londum. Og tað er í grundini
óluksáliga gott og uppá tíðina, at eg geri mær hetta greitt, tí nú er longu
eitt sindur síðani, at føroysku mentanarsendingarnar fóru í summardvala eins
og tær plaga tíðliga í juni. Tá tær kanska aftur verða varpaðar út fjúrtanda
hvønn dag einaferð seint í oktobur, havi eg vónandi fullkomiliga gloymt
fyribrigdið føroyskar mentanarsendingar og sleppi tískil heilt og aldeilis
undan vónbrotum. Tá kann eg í friði og náðum durva saman við professionellu
útvarpsfólkunum á P2 og teirra gjølligu viðgerð av eini nýggjari opera, sum eg
ikki kenni og sum eg neyvan sleppi at uppliva í bræði, eftirsum summarfrítíðin
verður hildin her í Havn.

  
Soleiðis hevur tað heila altso koyrt eftir skinnum eina tíð, inntil eg í
gjárkvøldi av tilvild datt um eina grein í Dimmu við heitinum "Tann góða
bygdamentanin" um nýggju fløguna "Loksins" hjá Magnusi á Stongum. Greinina
hevur Uni Leitistein Hansen skrivað og greinin er júst soleiðis sum ein góð
grein skal vera og hon er meira enn tað, tí hon er føroysk og óbekvem, tá hon
sipar til mítt egna støði og samfelag, noyðir meg til at hugsa og at taka
støðu til m.a. hugtakið bygdamentan og hvat verri er: hon fær ein goymdan og
gloymdan longsul eftir dygdargóðari føroyskari lista- og mentanarviðgerð at
ressast við.

  
Á onkrum gajolpakka havi eg lisið tey vísdómsorð, at tú mást vera góð við teg
sjálva fyri at kunna elska nakran annan. Gajolpakkasetningurin er danskur,
sjálvandi og sipar til eitt øki, har vit føroyingar møguliga hava ein eysýndan
veikleika. Tað tykist í øllum førum sum um vit als ikki eru nóg góð við okkum
sjálvi, við okkara mentan, list, mál osfr. til at duga at síggja, at vit eru á
hættisligari leið í okkara hugnaligu og flegmatisku dyrkan av útlendskum
miðlum. Meðan børnini hyggja at útlendskum teknifilmum, lesa vit føroysku
bløðini sum lokalavísir, har vit kunnu studera hvør er deyður og hvør skal
giftast, hvør selur eitt næstan spildurnýtt borð við seks stólum og ein
brúðarkjóla, ið bert er brúktur eina ferð osfr. og støðið bara læðkar. Sagt
verður, at mentanin í einum samfelagi í stóran mun verður definerað av
fjølmiðlunum í hesum samfelagnum og sum kunnugt hevði prentpressan og
avísmiðilin í síni tíð alstóran týdning fyri upplýsing og fólkaræði, eins og
internetið hevur ein so veldugan týdning, sum vit neyvan ikki hava givið okkum
far um enn. Talan hevur verið um avísdeyða, men nú verður staðfest, at kreppan
á hesum økinum hevur rakað harðast í Amerika. Í Danmark gongst merkiliga væl
hjá teimum sonevndu seriøsu bløðunum, Informatión og Weekendavísini, har tey
skrivandi fyri kortum hava fingið hægri løn, alt við stórum denti á mentan og
list.

  
Um tað er rætt, at mentanin verður definerað av fjølmiðlunum, verður alt ov
lítil orka brúkt uppá føroyska samtíðarlist og samtíðarmentan í føroyskum
miðlum. Kanska hevði tað eisini hjá okkum loyst seg í størri mun at miða í
móti høgari góðsku og seriøsari, progressivari og hvassari viðgerð av list og
mentan. Eg eri fullgreið yvir, at mentan og list skal eitast at vera eitt
evni, sum bert tíggju fólk í Havn sýna áhuga, men hetta er ein fordómur, ið
hevur eins lítið uppá seg sum fordómar flestir. Eitt er heilt vist: tað er
ikki mangul uppá góð heimildarfólk og høvundar, ið forðar føroyskum fjølmiðlum
at satsa uppá mentan og list. Eg nevni nøkur hissini, ið duga væl at viðgera
hesi evni: Anna Ellingsgaard, Høgni Djurhuus, Inger Smærup Sørensen, Birgir
Kruse, Dorit Hansen, Carl Johan Jensen, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen,
Bergur D. Hansen, Uni L. Hansen, Turið Sigurðardóttir, Guðrun Gaard, Oddfríður
Rasmussen, Gunnar Nolsøe, Suni Merkistein, Ann Ellefsen (nøkur nevnd og nógv
fleiri gloymd).

Posted by  [ Kinna Poulsen
](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873) at  [8:32
AM](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/06/hussj-mentan-zzz.html) [ No
comments: ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/06/hussj-mentan-zzz.html
#comment-form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=7859079790852566973&postID=7050185324081972606&from=pencil)

[Newer Posts](http://kinnapoulsen.blogspot.com/) [Older
Posts](http://kinnapoulsen.blogspot.com/search?updated-
max=2010-06-17T08:32:00-07:00&max-results=7)
[Home](http://kinnapoulsen.blogspot.com/)

Subscribe to: [Posts
(Atom)](http://kinnapoulsen.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Followers

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7859079790852566973&widgetType=Followers&widgetId=Followers1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog Archive

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2010 ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/search?updated-min=2010-01-01T00:00:00-08:00&updated-max=2011-01-01T00:00:00-08:00&max-results=5) (5)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ June ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010_06_01_archive.html) (2)
      * [Útsýni til summarfrí](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/06/utsyni-til-summarfri.html)
      * [HÚSSJ! MENTAN.... ZZZ...](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010/06/hussj-mentan-zzz.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ April ](http://kinnapoulsen.blogspot.com/2010_04_01_archive.html) (3)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7859079790852566973&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## About Me

[![My Photo](http://1.bp.blogspot.com/_sAtqGusruCw/S8IlY1AR_GI/AAAAAAAAAAY/cll
vslCjMzI/S220-s79/steffan2.jpg)](https://www.blogger.com/profile/0107569307237
8816873)

[ Kinna Poulsen ](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873)

[View my complete
profile](https://www.blogger.com/profile/01075693072378816873)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=7859079790852566973&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

  *[11:33 AM]: 2010-06-19T11:33:00-07:00
  *[8:32 AM]: 2010-06-17T08:32:00-07:00

